Arnar Ingi Olafsson

Dugnaligi ungi maðurin, Arnar Ingi, er eitt kent navn í Íslandi. Hansara rødd kemur heilt nær røddini hjá Johnny Cash, og løg hjá honum er akkurát tað hann kemur til Country & Blues festivalin at tulka.


Johnny Cash ríkaði verðina við sínum løgum, so sum, Folsom Prison Blues, Ring of Fire, I Walk the Line og mangir aðrir góðir slagarar. Og tættari einari konsert við honum koma vit neyvan aftur í Sørvági. Hetta er heilt vist ein framførsla sum fer at vera super góð og minningarík!