Bluesette

Ungi bólkurin Bluesette blásti okkum um koll í fjør við einari framúrskarand blues konsert har eisini onkur góður frá Johnny Cash bleiv latin í Bluesette ham. Tað er tí við gleði at kunngera at Bluesette fara at framføra til ársins Country -& Blues festival 8-10. juni.

Í bólkinum eru Tórður Dam Jacobsen á trummum, Marianna Winther Nagata sangari, Kári Fossaberg Ellingsgaard á bass, Ragnar Finsson á gittar og Rasmus Vigant Samuelsen klaver.

Tit kunna fylgja teimum á sosialum miðlum @BluesetteFo