Froðbiar Sóknar Bluesorkestur

Eru teir nevndir, so eru teir kendir - Froðbiar Sóknar Bluesorkestur.
So vera teir lívligu suðuroyingarnir aftur at hoyra á ársins Country -& Blues festival. Tit kunna gleða tykkum til eina framførslu har tit kunna syngja við og enntá taka ein sving-om.

Manningin er Kristian Holbæk, vokal og munnhørpu, Dávið Jacobsen, guitar, Páll Holm Lave, guitar og slide, Vilhelm Meyer, bass, Dennis Lave, trummur, Jóhan Petur Andreasen, hammond og Pætur Dam, keyboard.