Uni Debess

Uni Debess er nokk tann kendasti blusarin vit hava í Føroyum. Hann vann Prix Føroyar við GoGo Blues í 2005, og eftir tað hava vit hoyrt nógv til hann í tónleikaheiminum. 

Hann hevur givið fleiri útgávur út við GoGo Blues og øðrum, og eisini sum einstaklingur. Her kunnu nevnast m.a. Blue Buzz, Life Is a Picture og nýggjasta útgávan GREEN.

Uni hevur framført á Country & Blues festivalinum fyrr, og vit ynskja honum vælafturkomnan á pallin á Dungasandi.