Festivaløkið

Festivaløkið er á Dungasandi, øki er rættuliga stórt, har er sera hugnaligt og veðurgott.

 

Á festivaløkinum eru spælipláss við stórum úrvalið at stuttleika sær í til børnini, har er eisini bálstað, hestaríðing og kanorógving.

 

Sølubásar eru á Countrygøtuni, har til ber at keypa sær cowboyhattar, kaffi, the, køkur, ís v.m. Fleiri barrir eru á økinum og á Stakka er eitt stórt telt við sølu av kaffe, the, køkum og Asianfood, har ein kann traðka eitt sindur til síðis og nýta hetta praktfulla stað.

 

 

Vælumtókta matarstovan Angus Steakhouse í Tórshavn kemur vestur til Sørvágs á Country -& Blues festivalinum.

Angus Steakhouse fer at húsast í Klondyke hølinum, og har verður høvi at seta seg niður og njóta ein góðan festival búff við øllum í har tilhoyrir. 

Har er eisini dansistovan “WildWest”, sum er innrætta sum ein rættulig Wild West barr, har fara vit at skapa góðan country stemning við ymiskum tiltøkum. 

 

Innanfyri girðingina er eisini kirkjuhúsi. Prestar og kirkjuráð hava í samráð við festivalfyrireikarnar, skipa fyri at kirkjuhúsi fer at verða opið fyri festivalgestum. Sunnudagurin á festivalinum verður gudstænasta í kirkjuni.

 

 

Stóripallur vendir ryggin til vøllin og fram ímóti Stakka. Lítlipallur er á Stakka og vendir ryggin til bygdina og útímóti Sørvágsfirði.

Húsvognaplássini og tjaldingaplássini eru øll inni á festivaløkinum.

Húsvognaplássini eru vestanfyri fótbóltsvøllin, á Breiðagrasi og framvið kirkjugarðinum á Kirkjuvegnum.

Tjaldingarplássini eru á Oyruni, norðanfyri Breiðagras.

 

Festivaløkið 2017