Húsvognar og tjalding

Húsvognaplássini og tjaldingaplássini eru øll inni á festivaløkinum.

Húsvognaplássini eru vestanfyri fótbóltsvøllin, á Breiðagrasi og framvið kirkjugarðinum á Kirkjuvegnum. Tilsamans er pláss fyri uml. 140 húsvognum. Nevndin arbeiður við at fáa pláss fyri fleiri húsvognum til festivalin 2017.

Tjaldingarplássini eru á Oyruni, norðanfyri Breiðagras.

í 2016 bleiv avgjørt at seta nr. á campingøkini, soleiðis at fólk vita áðrenn hvar húsvognurin skal standa. Í hesum sambandi eru tit vælkomin at siga frá um tit hava ynski um at standa saman, men viðmerkjast skal at til ber ikki at skifta øki. Vit vilja so, so vítt tað er gjørligt ganga ynskjum tykkara ámøti.

Av tí at avmarkað pláss er til húsvognar á økinum, verða hesi bert seld til vognar við tilknýttum atgongumerkjum.

Tá bílagt verður skal nummarpláta og stødd á vogninum upplýsast.

Atgongumerki í samband við húsvognar og tjalding, verða avgreidd av Vága kunningarstovu – vagar@vagar.fo tel. 333455.