Fá pláss eftir

30. mai 2017

Enn eru pláss eftir til Eldratiltaki mikudagin 07.06.17. 

 

Skráin:

  • Tiltakið byrjar kl. 18:00 og fer fram í høllini í Sørvágs skúla (fimleikahøllini).
  • Vit fara at eta smyrjibreyð saman, te, kaffi og okkurt søtt verður eisini afturvið.
  • Vágakórið kemur at syngja fyri okkum.
  • Jørgen Niclasen kemur at leiða kvøldið, og skipa fyri felagssanginum.
  • Bill Justinussen og Jørgen Niclasen koma at undirhalda.
  • Jørgen og Jákup saman við øðrum, spæla nakrar sangir. (møguleiki til ein “sving om”)

 

Tekning fer fram við at venda sær til Vága Kunningarskrivstovu telefon 333455, teldupost vagar@vagar.fo ella til Jóngerð Mikkelsen telefon 229311, teldupost jongerd@vagar.fo

Onnur tíðindi