Skrá fyri eldratiktak

24. mai 2017

Aftur í ár fara vit at skipa fyri vælumtókta eldratiltakinum ísamband við Sørvágs Country- & Blues Festival 2017.

Um nóg nógv tekna seg verður skipað fyri 2 tiltøkum, mikudag 7. juni og hósdag 8. juni. Kostnaðurin fyri tiltakið er kr. 220,00 pr. persón.

Freistin at tekna seg er 1. juni 2017. Avmarkað atgongd.

 

  • Tiltakið byrjar kl. 18:00 og fer fram í høllini í Sørvágs skúla (fimleikahøllini).
  • Vit fara at eta smyrjibreyð saman, te, kaffi og okkurt søtt verður eisini afturvið.
  • Vágakórið kemur at syngja fyri okkum.
  • Jørgen Niclasen kemur at leiða kvøldið, og skipa fyri felagssanginum.
  • Bill Justinussen og Jørgen Niclasen koma at undirhalda.
  • Jørgen og Jákup saman við øðrum, spæla nakrar sangir. (møguleiki til ein “sving om”)

 

Tekning fer fram við at venda sær til VisitVagar telefon 333455, teldupost vagar@visitvagar.fo ella til Jóngerð Mikkelsen telefon 229311, teldupost jongerd@visitvagar.fo

 

Onnur tíðindi